XL Pokal cup
- 1 day ago
- 1 min read

Leygardagin luttóku 5 íðkarar hjá Stoyt í XL Pokal Cup í Slagelse.
Elin Maria var til sína fyrstu kapping, sum gekk sera væl. Hon fekk 6/6 lyft góðkend, og endaði við 40 kg í trekk, og 55 kg í stoyt. Elin Maria er juniorlyftari, og við einum samlaðum úrsliti á 95 kg endaði hon á einum 2. plássi í juniorbólkinum.
Røskva var eisini til sína fyrstu góðkendu kapping, og fekk 50 kg í trekk, men mátti tíverri trekkja seg frá stoyt.
Ronja var til sína fyrstu kapping síðani 2024, og kláraði seg sera væl. Hon megnaði 5/6 góðkend lyft, við nógvum nýggjum persónligum metum. Hon gjørdi persónlig met í trekk, stoyt og total. Hon fekk 60 kg í trekk, 78 kg í stoyt og 138 kg í totali. Ronja endaði á einum 9. plássi í seniorbólkinum.
Herborg var til sína 4. kapping í ár, og fekk 5/6 góðkend lyft. Hon endaði við 60kg í trekk og 69kg í stoyt, og hetta rakk til eitt 8. pláss í seniorbólkinum. Eftir eitt lítið tíðarskeið við skaða, er hetta úrsliti heilt góðkendt.
Pól var til sína fyrstu kapping í ár, og fekk 73kg í trekk og 86kg stoyt. Í seniorbólkinum hjá monnum, fekk hann eitt 5. pláss.
Styrkifelagið Stoyt ynskir øllum íðkarunum tillukku við teimum flottu úrslitunum





Comments