top of page
Search

Tveir lyftarar hjá Stoyt lyfta til EM í masters

  • 2 hours ago
  • 1 min read

Í ár hevur Styrkifelagið Stoyt tveir lyftarar við til EM í masters. Talan er um Katrin Hovland Kristensen og Barbu Jansdóttir Andreasen, sum báðar lyfta í aldursbólkinum 35–39 ár.


Katrin lyftir í -58 kg vektbólkinum, meðan Barba lyftir í -63 kg vektbólkinum.


Hetta er fyrstu ferð, at Katrin luttekur til eitt EM. Hon hevur vant miðvíst fram ímóti kappingini, og hetta verður eisini fyrstu ferð, at hon skal lyfta í føroyska búnanum á altjóða palli.


Barba hevur áður roynt seg á EM-pallinum. Í fjør endaði hon sum nummar 9 við einum tvídysti á 140 kg, og vónirnar eru, at hon kann betra um plaseringina hesaferð.


Katrin lyftir í dag, 25. juni, klokkan 18:00 føroyska tíð á palli A.


Barba lyftir í morgin 26. juni klokkan 10:00 føroyska tíð á palli B.


Til ber at fylgja við kappingini á hesari leinkjuni:


Vit ynskja Katrin og Barbu bestu eydnu til EM!

 
 
 

Comments


bottom of page