Góð úrslit hjá Katrin og Barbu til EM í masters
- 13 minutes ago
- 1 min read

Katrin Hovland Kristensen og Barba Jansdóttir Andreasen hava nú lyft til EM masters.
Katrin lyfti í -58 kg vektbólkinum í aldursbólkinum 35–39 ár. Hetta var fyrstu ferð, at Katrin luttók til eitt EM, og samstundis fyrstu ferð, at hon lyfti í føroyska búnanum.
Katrin hevði eina góða og trygga kapping, har hon fekk 5 av 6 lyftum góðkend. Í trekk lyfti hon 43 kg, 45 kg og 47 kg. Í stoyt byrjaði hon við 62 kg, miseydnaðist á 65 kg, men kom væl aftur og fekk 66 kg góðkend í triðju royndini.
Katrin endaði við einum tvídysti á 113 kg og gjørdist nummar 16 av 22 íðkarum.
Barba lyfti í -63 kg vektbólkinum í sama aldursbólki. Hon fekk 4 av 6 lyftum góðkend og hevði eina góða kapping.
Í trekk lyfti Barba 60 kg, miseydnaðist á 64 kg í aðru royndini, men fekk 64 kg góðkend í triðju royndini. Í stoyt byrjaði hon við 81 kg, miseydnaðist á 84 kg í aðru royndini, men fekk 84 kg góðkend í seinastu royndini.
Við einum tvídysti á 148 kg endaði Barba sum nummar 8 av 30 íðkarum. Hetta er ein betring frá í fjør, tá hon gjørdist nummar 9 við einum tvídysti á 140 kg.
Styrkifelagið Stoyt ynskir Katrin og Barbu hjartaliga tillukku við úrslitunum og við at hava umboðað felagið og Føroyar á altjóða palli.





Comments