top of page

Reglugerð felagsins

Limir hava skyldu at fara væl við hølinum, útgerð, og fólki rundan um seg.

 

Tað er krav at limir skulu venja í venjingarskóm. 

 

Ófólkaligur atburður kann hava við sær burturvísing.

 

Tað er strangliga bannað at roykja inni.

 

Fólk ið eru ávirkað av rúsevni hava onga atgongd.

 

Upplatingartíðir kunnu broytast, og tað er nevndin sum ger hesa avgerð.

 

Limir hava ábyrgd av egnum virðislutum. Styrkifelagið Stoyt tekur onga ábyrgd av skaða á, ella mistan virðislut. 

 

Styrkifelagið Stoyt kann bert ábyrgdast um møguligur skaði á fólk ella virðislutum sum stendst av óvæntaðum brekið av útgerð felagsins.

bottom of page