

ANTI-doping Reglugerð
Vit hava øll ábyrgd, tá tað ræður um antidoping
Henda reglugerð er galdandi fyri allar limir í feløgum undir FSS. Reglugerðin byggir á altjóða reglur um antidoping, sum ÍSF hevur bygt inn í føroysku antidoping-reglugerðina.
Ábyrgdin hjá FSS
FSS skal tryggja, at vit hava reglur og mannagongdir á økinum sum heild, og at feløgini fylgja mannagongdini. FSS skal upplýsa um hetta heimasíðuni og aðrastaðni. Henda mannagongdin er kjølfest í reglugerðini hjá ÍSF, sum er grundað á altjóða reglar hjá World Anti-Doping Agency.
Ábyrgdin hjá feløgunum undir FSS
Feløgini skulu kunna nýggjar limir um reglurnar og tryggja, at lyftiváttanin verður undirskrivað. Feløgini skulu týðiliga vísa á hugburðin um doping. Um illgruni er um, at limur er dopaður, eigur felagið at gera limin varugan við hetta.
Ábyrgdin hjá limunum í feløgunum undir FSS
Limirnir skulu kenna reglurnar og fylgja teimum í øllum lutum.
Sekt
Í høvuðsheitum er sektin tann, at verður lyftari tikin fyri doping, verður hesin útihýstur frá øllum venjingum og kappingum. Lyftarin missir eisini øll størv, lønt ella ólønt í feløgum og sjálvsognarstovnum undir ÍSF.
Neyvari lýsing av reglum viðvíkjandi sekt eru í reglugerðini hjá ÍSF, sí niðanfyri.