top of page
  • Facebook
  • Instagram

BLAÐA

STYRK TEG hjá STOYT

við olympiskari vektlyfting

Tíðindi

Tíðindi

UM STOYT

Stoyt er eitt styrkifelag stovnað í desembur 2021, hevur bústað í Slættanesgøtu 11, og er eitt ítróttarfelag undir Styrkisamband Føroya.

Endamál felagsins

Endamálið við felagnum er at veita eina fasta staðseting, har vektlyfting er í miðdeplinum, so Føroyar kunnu gera seg enn meira galdandi uttan fyri landoddarnar. Frammanundan hevur hvør íðkari verið tengdur at einari venjingarmiðstøð ella egnum venjingarhøli og av tí sama hava íðkarirnir staðið einsamallir um teirra venjing. Við møguleikanum at samla vektlyftarar saman á einum stað, øll við somu áhugamálum, hava vit góðar vónir um at fáa gott lag á eina góða framgongd hjá teimum føroysku vektlyftarunum. 

 

Okkara venjingar

Vit gera alt tað vit kunnu fyri at skapa eitt so gott umhvørvi til íðkarin sum gjørligt. Felagið stendur fyri undirvísing, venjingarætlanum, og felagsvenjingum til allar íðkararnar. Afturfyri vænta vit at teir íðkarirnir sum koma gjøgnum hurðina taka venjingina í álvara, vísa álit á tey sum eru rundan um, hjálpa hvørjum øðrum og eru ein partur av felagsskapinum. 

 

Staðseting

Stoyt heldur til í nýggjum hølum í Slættanesgøtu 11

Um Stoyt
STUÐLAR
bottom of page