top of page
Search

Barba til HM í Las Vegas

Bronsu heiðursmerki til International Womens Grandprix
Bronsu heiðursmerki til International Womens Grandprix

Hetta vikuskiftið fer Barba Jansdóttir Andreasen aftur at umboða Føroyar á altjóða pallinum – hesa ferð til HM í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildið í Las Vegas, USA. Talan er um stóru heimsmeistarakappingina fyri lyftarar eldri enn 35 ár, har hundraðtals luttakarar úr øllum heiminum fara at kappast.


Barba luttekur í aldursbólkinum 35–39 ár og í -63kg vektflokkinum. Hon skal lyfta fríggjadagin og verður, sum vant, í A- ella B-bólkinum, sum merkir, at hon er millum tey sterkastu í sínum flokki.


Seinasta altjóða kapping hjá Barbu var EM í Albania fyrr í ár, har hon megnaði eitt framúr úrslit. Síðani tá hevur hon arbeitt miðvíst og málrættað ímóti heimsmeistarakappingini. Venjingin hevur gingið væl, og formurin er framúr. Hon hevur eisini fingið nýggj persónlig met í bæði front squat og trekk – og er væl uppløgd til kappingina.


Eisini hevði hon eina góða venjingarlegu í Eysturríki í august mánaða, har hon luttók í International Women’s Grand Prix og fekk eitt bronsu heiðursmerki – ein góð royndar kapping áðrenn heimsmeistarakappingina


Vit ynskja Barbu bestu eydnu til heimsmeistarakappingina og gleða okkum at fylgja við fríggjadagin, tá hon aftur skal royna seg millum heimsins sterkastu lyftarar í sínum aldurs- og vektbólki!

 
 
 

Comments


bottom of page