Broytingar í nevndini hjá Styrkifelagnum Stoyt
- 4 hours ago
- 1 min read

Á ársaðalfundinum hjá Styrkifelagnum Stoyt, sum varð hildin í gjár, 29. mai, vórðu broytingar gjørdar í nevndini.
Mortan á Bøgarði fór úr nevndini, og Styrkifelagið Stoyt vil takka Mortani fyri hansara arbeiði og íkast ta tíðina, hann hevur sitið í nevndini sum næstformaður. Vit seta stóran prís uppá tíðina, orkuna og hjálpina, sum hann hevur lagt í felagið.
Eftir aðalfundin var nýggja nevndin skipað soleiðis:
Pól Hendrikur Andreasen – Forfólk
Jens Kristian Dam – Næstforfólk
Herborg Eyðnudóttir Justinussen – Nevndarlimur
Niels Áki Mørk – Kassameistari
Styrkifelagið Stoyt fegnast um, at fólk vísa felagnum áhuga og vilja vera við til at menna felagið. Felagið hevur stórar ætlanir og visiónir fyri komandi tíðina, og nýggja nevndin sær fram til at arbeiða miðvíst við at skapa góðar karmar fyri limir, íðkarar og annars teimum, sum hava áhuga fyri vektlyfting í Føroyum.





Comments