top of page

Skansi cup

Tann 30 novembur verður Skansi Cup hildin fyri fyrstuferð.

Skansi Cup er ein kapping sum framat rætta verður hildin hvørt ár, og er klub kappingin hjá Styrkifelagnum Stoyt. Hendan kappingin er ikki sum aðrar vektlyftingar kappingar vanliga plaga at vera. Tað verður kappast í trekk og vend & stoyt, men nakrir av teimum vanligu kappingar reglunum vera broyttir ella tiknir heilt burtur. Eitt nú reglan um at man bert kann luttaka um tað verður lyft í trikot (kappingar drakt), verður tikin burtur. Tíðskil velur lyftarin sjálvur um hann er í trikot ella ei. Reglan um stem, (at albogarnir skulu vera strekrir tá ið man loftar vektstongini yvir høvd) verður eisini tikin burtur. Hesar broytingar, saman við øðrum, verða gjørdar fyri at tað ikki skal vera so raðandi hjá nýggjum lyftarum at luttaka, samstundis sum tað ger ítróttin meira áskoðara vinarligan.


Um tú ert áhugaður, ella veist um onkran er áhugaður, at luttaka í kappingini, so kann hetta gerast á heimasíðu okkara https://www.stoyt.fo/event-details/skansi-cup. Ella við at fara inná heimasíðuna www.stoyt.fo, trýsta á "Tiltøk", finn Skansi Cup og trýst á "Melda til". Síðani fylgjir man vegleiðingunum.


Skráðin og aðrar praktiskar upplýsingar viðvíkjandi kappingina koma út tættari at kappingar degnum. Kappingin verður hildin í heimstaðnum hjá bæði Stoyt og Tvørmegi, í Slættanesgøtu 11.



64 views0 comments

Comments


bottom of page