top of page

Stoyt lyftarar til DM um vikuskifti


Komandi vikuskifti skulu 6 lyftarar frá Styrkifelagnum Stoyt kappast til tað danska meistaraheitið. Kappingin verður hildin í “Hafnia Hallen” í keypmannahavn. Fyri at kunna luttaka í tí danska meistaraheitinum er tað neyðugt hjá lyftarinum at kvalifisera seg til kappingina. Tí tað er ikki ein og hvør sum kann luttaka til tað danska meistaraheitið. Teir 6 luttakarirnir eru; Asta Egilstoft Nielsen, Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif Á Bøgarði og Sofus Bech. Afturat hesum hevur Julia Jacobsen eisini megnað kravið at luttaka til kappingina, men kann tíverri ikki vera við í ár. Fyrra árið, 2021, luttóku eisini 6 lyftarar frá føroyum til kappingina. Hetta árið komu lyftarirnir heim við 3 gull og 4 silvur heiðurmerkum. Seinasta ár, 2022 luttóku 4 føroyingar, allir úr Styrkifelagnum Stoyt. Hetta árið fingið Stoyt lyftarirnir 6 silvur og 3 bronsu heiðursmerkir. Vónurnar fyri tað danska meistaraheitið er góðar. Sum heild hava allir lyftarirnir klára seg væl til tær seinastu kappingarnar teir hava verið til, her ímillum annað hevur tað verið ein felagskappinging í novemburmána, jólakapping í desembur, og føroya meistaraheitið í februar. Meira upplýsingar viðvíkjandi DM kappingini verða at síggja á facebook og instagram (stoyt_sf) vanganum hjá stoyt.

42 views0 comments

Comments


bottom of page