top of page

Gull til norðurlenkst meistaraheiti fyri juniorar


Niels Áki Mørk Gull til NM
Niels Áki Mørk Gull Til Norðurlenkst Meistaraheiti

Fyrr í dag megnaði Niels Áki Mørk at vinna sær gull heiðursmerki til hansara fyrsta norðurlenska meistaraheiti fyri juniornar. Við lyftinum 95kg í trekk og 110kg í vend og stoyt, í -67kg vektbólkinum, kom Merkið upp at veittra ímeðan tann føroyski tjóðsangurin bleiv spældur. Niels Áki, saman við Maibrit Reynheim Petersen, eru teir fyrstu vektlyftarirnir sum hava kappast við Merkinum á bringuni, bæði tvey til norðurlenkst meistaraheitir.


Niels Áki er bæði íðkari og nevndarlimur hjá Stoyt og vit í Stoyt eru sera errin av úrslitinum hjá honum. Vit eru vís í at har koma enn fleiri gull heiðusmerkir við heim frá fleiri altjóða kappingum í nærmastu framtíð.

85 views0 comments

Comentários


bottom of page