top of page

Asta setti trý føroysk met


Í vikuskiftinum bleiv tað kappast í vektlyfting og vóru trý føroysk met sett. Asta Egilstoft Nielsen, sum til dagligt venur hjá Styrkifelagnum Stoyt, megnaði at seta trý føroysk met og fáa 6 útav 6 lyftum góðkend.


Asta økti tað føroyska metið í trekk frá 33kg til 47kg, vend og stoyt frá 61kg til 62kg og harvið økti hon tað samlaða úrsliti frá 80kg til heili 109kg.


Venjari í Styrkifelagnum Stoyt, Pól Hendrikur Andreasen, er nøgdur við úrsliti. Pól leggur avtrat at málið hjá teimum er at náa væl longri enn tey 108kg sum Asta fekk um vikuskifti. Pól meinar at tað skuldi lati seg gjørt at fáa Astu klára til tað norðurlandska meistaraheitið fyri juniorar komandi ár. Kravið til hesa kappingina er ein tveykampur uppá umleið 140kg.

15 views0 comments
bottom of page