top of page
Takplan hvítt búmerki.png

Stílreint og trygt

Sp/f Takplan umboða og áleggja RENOLIT WATERPROOFING dúkarnar í Føroyum. Fyrimunurin er, at dúkurin er sterkur og krevur einki viðlíkahald. Takplan er ein fyritøka, sum hevur serligan førleika innan takdúkar og membranar. Starvsfólkini hava drúgvar royndir og serliga vitan á hesum øki. Málið hjá okkum er at veita gott handverk.
 

Føroyska veðurlagið

RENOLIT dúkarnar eru sera væl egnaðir til føroyska veðurlagið, og hava vit ongar skaðar havt av øllum ódnunum, sum hava herjað í Føroyum nógvu síðstu árini. Produktini hjá RENOLIT Waterproofing eru væl umtókt á evropeiska marknaðinum og vøruúrvalið er stórt. Við næstan 40 árum á marknaðinum hava produktini staðið sína roynd við dúki til t.d. tak, terassur, svimjihyljar, parkeringsdekk, frostsikringar, vætusikringar, tunlar v.m.


Krøv til dúkar

Krøvini til dúkar eru sera strong. Dúkarnir skulu halda yvir eitt langt áramál. Teir skulu kunna endurnýtast og hava góðkent kvalitetskontroll. Renolit Waterproofing uppfyllir øll hesi krøv. Produktini hjá Renolit eru góðkend eftir strangastu ISO 9001 kvalitetsnormunum og ISO 14001, sum er ein góðkenning fyri útlát og dálking, bæði lokalt og globalt.


Arbeiðsháttur

Tá arbeitt verður við RENOLIT dúkum, verður ikki sveisað við eldi men við heitari luft upp til 620 hitastig, og minkar hettar um vandan fyri eldsbruna. RENOLIT dúkarnir eru gjørdir soleiðis, at gróður legst ikki á dúkin, nakað sum annars er ein trupulleiki í okkara váta veðurlag. Starvsfólkini hjá Takplan arbeiða eisini í grannalondum okkara, altíð við góðum afturmeldingum.

Vit tekja alt árið, og kunnu vísa á góð úrslit. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit ynskja at bjóða bestu loysn til kundan, bæði til renoveringar og nýbygningar.


BBA góðkenning

Nýggjasta Certificeringin frá BBA (British Board of Agrément) staðfestir, at livitíðin fyri RENOLIT dúkar er yvir 35 ár.

Samband

  • Facebook
bottom of page