top of page

Julia skal til tað norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar


Til tað føroyska meistaraheitið tann 30 mars, megnaði Julia Jacobsen kravið til tey norðurlendsku meistaraheitini fyri juniorar.


Kravið fyri at Julia skuldi koma við var ein tveykampur á 157kg. Hetta megnaði Julia, tá ið hon til tað føroyska meistaraheitið treki 70kg og stoytti 87kg. (Filmsbrot kunnu síggjast niðanfyri).


Julia hevur vant vektlyfting hjá Stoyt, við Pól sum venjara, síðan februar í 2022. Hon hevur síðan fyrsta dagin lagt nógva orku í hennara venjing og hevur kempa seg fram til hetta flotta úrsliti. Julia venur til dagligt í suðri, men fer summi vikuskiftir til havnar at venja saman við sínum venjara og øðrum lyftarum hjá Stoyt.


Tað norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar verður hildi í Keypmannahavn tann 15 - 16 novembur. Tó, áðrenn Julia fer avstað, so hevur hon aðrar kappingar hon skal luttaka í áðrenn. Um 10 dagar skal hon luttaka í tí danska meistaraheitinum fyri seniorar. Her er málið hjá Juliu at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerkið.


Afturat danmark meistaraheitinum skal Julia eisini luttaka í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden, Eysturríki tann 22 august.





477 views0 comments
bottom of page