top of page
3W3A2911_edited.jpg

Pól er venjari innan vektlyfting hjá Stoyt, hann hevur sjálvur miðvíst íðka vektlyfting síðan apríl 2017 og verið venjari síðan 2018. Meginparturin av tí sum Pól hevur lært innan vektlyfting, bæði sum lyftari og venjari, er úr Onglandi har hann vandi fast undir Les Green, ein av best umtókta venjara Ongland nakrantíð hevur havt. Tann lærdómin hann hevur fingið bjóðar hann nú limunum í Stoyt.

 

Pól er føddur í 1994, hann hevur eina bachelor í Sport Rehabilitation úr Salford University, hevur eitt UKCC level 1 og 2 prógv innan vektlyftingar frá BWL, eisini er hann EQF level 3 útbúgvin fitness instruktør og persónligur venjari hjá Hansenberg í Kolding í 2016. Pól hevur sum fá onnur arbeiðsroyndir innan professionellan ítrótt, ímillum annað hjá Southampton Football Club, Stockport County Football Club, Sport City, Manchester, og hevur eisini arbeitt sum venjari í Barton Athletics Club, Manchester í 2018, 2019, og 2020.

 

Omaná hetta er Pól ein stinnur vektlyftari har hann hevur kappast í fleiri kappingum, bæði í Føroyum, Danmark, Onglandi, og í Spania. Ímillum annað kappaðist Pól, saman við øðrum gjarvum føroyingum, til danmark meistaraskapi í 2021 har hann vann gull heiðursmerki í -73kg vektbólkinum.

Mortan á bøgarði

útbúgving

2017-2020

University of Salford

2015-2016

Hansenberg

2011-2014

Føroya Handilsskúli

BSc Sport Rehabilitation
Við stórum áhuga innan ítrótt hevur Pól tikið eina bachelor í Manchester. Sport Rehabilitation er ein útbúgvin sum snýr seg um at fáa tann skadda íðkaran aftur á eitt høgt ítróttar støðið. 

Fitness Instructor I Personal Trainer
Við eitt sindur av óvissum um hvat hann skuldi fara at lesa í framtíðini valdi Pól at taka eina undómsútbúgving í Hansenberg, Kolding. Á fitness instruktør linjuni fann Pól veruliga tað hann ídag brennur fyri, at hjalpa fólkið ígjørnum ítrótt. Á hesi útbúgving tók Pól ímillum annað eisini skeiði sum persónligur venjari.

Hægri Handilsskúli
Sum so nógv onnur valdi Pól at fara beint í lesna eftir fólkaskúlan har hann las á handilsskúlanum í Havn í trý ár.

Samband

+298 266382‬

  • Instagram
  • Facebook
bottom of page