Skeið í olympiskari vektlyfting (dagur 1)
frí. 14. jun.
|11 Slættanesgøta
Tíð & Stað
14. jun. 2024, 18:00 – 22:00
11 Slættanesgøta, 11 Slættanesgøta, Tórshavn 100, Faroe Islands
Um tiltakið
Stoyt skipar fyri einum skeiðið í olympiskari vektlyfting 14 & 16 juni. Skeiðið er á heili 4 tímar og er deilt út á tveir ymiskar dagar.
Fríggjadagin 14 juni klokkan 18:00 - 20:00
&
sunnudagin 16 juni klokkan 15:00 - 17:00
Til skeiðið fara vit at gjørnumganga rørslurnar trekk og stoyt. Skeiðið er fyri øllum, royndum sum óroyndum. Olympisk vektlyfting er teknisk so tað veðrur nógvur dentur lagdur á tann tekniska partin av lyftunum. Tó verður nógv tann størsti parturin av skeiðinum praktiskur. Tað verður nørda eitt sindur í hvussu tær ymsiku støgðurnar og rørslurnar síggja út, og júst hví tað verður lyft við einum ávísum teknikkið í huga.
Okkara høvuðs endamál fyri hesum skeiðinum er at man skilir HVÍ tær ymsu støgurnar og rørslurnar eru settar saman sum tær eru. Tað er øgiliga týdningarmikið fyri okkurm at man skilur hví man ger tað sum verður undirvíst, heldur enn at man bara ger tað sum verður sagt og vónar at tað er nokk til at forbetra lyftini.
Undirvísarar til skeðið vera Pól Hendrikur Andreasen & Mortan á Bøgarði
Kostnaður400kr pr persón
Vit hava pláss til 10 luttakarar og tað er ‘først til mølle’
Tilmelding fer fram við at senda okkum ein teldupost á stoyt@stoyt.fo
Vit síggjast!