top of page

Skansi Cup 2026

ley. 21. nov.

|

Styrkifelagið Stoyt

Skansi Cup er ein føroysk vektlyftingarkapping, fyriskipað av Styrkifelagnum Stoyt. Kappingin gevur bæði nýggjum og royndum lyftarum møguleika at royna seg undir tryggum og skipaðum umstøðum — við fokus á felagsskap, menning og kappingarmentan.

Skansi Cup 2026
Skansi Cup 2026

Tíð & Stað

21. nov. 2026, 11:00 – 16:00 GMT+0

Styrkifelagið Stoyt, 11 Slættanesgøta, Tórshavn 100, Faroe Islands

Um tiltakið


Tilmeldingin letur upp 27. septembur 2026

TILMELDA TEG VIÐ AT TRÝSTA Á HER

Hvat er Skansi Cup?

Skansi Cup er ein føroysk vektlyftingarkapping, sum verður fyriskipað av Styrkifelagnum Stoyt. Kappingin er felagskappingin hjá felagnum og hevur til endamáls at geva lyftarum møguleika at kappast undir góðum, tryggum og skipaðum umstøðum.


Skansi Cup er ein kapping, sum hyggur frameftir, og er ein afturvendandi kapping á hvørjum ári.

Kappingin er í olympiskari vektlyfting, har lyftararnir kappast í lyftunum trekk og stoyt. Skansi Cup er ein góður møguleiki hjá bæði royndum og nýggjum lyftarum at fáa kappingarroyndir og at royna seg í einum veruligum kappingarumhvørvi.


Skrá

4 more items available

Deil tiltakið

bottom of page