top of page

tveir danskir meistarar á fyrsta degi



Til tað danska meistaraheitið, hildið í Herning, lyftu bæði Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen seg til 3 gullheiðursmerkir hvør.

Niels Áki lyfti í -61kg vektbólkinum, har hann í ár hevði vanta at fingið eitt sindur av kapping, men tíverri var mótstøðgan noydd at trekkja seg frá kappingini vegna skaða. Hetta ger so at Niel Áki var einsamallur lyftari í sínum vektbólk. Men tað steðgaði ikki Niels Áka frá at gera sítt besta. Tí við hansara fyrsta lyfti á 90kg í trekk gert hann danskur meistari í trekk. Venjari Frank Petersen, saman við Niels Áka velja so at økja til 101kg í roynd nummar tvey. Tey 101kg skuldi til fyri at fáa danskt met. Tíverri eyðnaðist tað ikki í fyrstu roynd og heldur ikki í aðru roynd.


Í stoyt er fyrsta lyfti á 105kg ein løtt vekt hjá Niels Áka og gert aftur danskur meistari, hesaferð í stoyt, afturat tí gert hann eisini danskur meistari í tveykampinum á 195kg. í seinnu roynd ger hann sama nummar sum í trekk, hann økir til eina vekt sum kann geva Niels Áka eitt danskt met, nevnliga 121kg. Aftur hesaferð gongur tað honum ímóti og eyðnast hvørki fyrst ella seinni royndin. Men at Niels Áki er í so mikið góðum formið at hann kann royna seg eftir donskum metum, sigur nokk til at mótstøðgan ikki hevði haft nakran livandi kjans, skuldi hon verið har.


Til somu kapping, men í -67kg vektbólkinum lyfti Pól Hendrikur Andreasen seg eisini fram á eitt fyrsta pláss. Í hesum vektbólkinum vóru tað fimm mans sum bardust um heiðursmerkini. Við fleiri árs royndum gjørdi Pól ikki matari enn at leggja út við 90kg, 1kg hægri enn allir aðrir í bólkinum megnaðu, og tók so fyrsta gullheiðursmerkið við sínari fyrstu roynd. Í seinnu roynd tekur Pól 93kg. Síðsta royndin á 95kg eyðnast honum tíverri ikki. Eftir trekk seriuna er Pól á odda við 4kg.


Í stoyt fer Pól enn einafer eftir gullinum við fyrstu roynd, hesafer á 107kg, ein løtt vekt hjá Pól. Seinna royndin á 112kg eyðnast honum væl og gevur honum ein tveykamp á 205kg. Hetta er 13kg frammanfyri mann nummar tvey. Ein síðsta roynd á 118kg gert tíverri ikki veruleiki. Hetta gav Pól gullheiðursmerki í tveykampinum við heili 13kg, ein sera sikkur heiður.



Leygardagin klokkan 10:15 skal Asta Egilstoft Nielsen á pallin. Sunnudagin klokkan 15:40 skal Julia Jacobsen á pallin.


317 views0 comments

Comentarios


bottom of page