Í farna vikuskifti var kapping í olympiskari vektlyfting í høllini í Finsen. Tilmeldaði vóru 10 lyftarar frá Styrkifelagnum Stoyt. Mennirnir, Jónas Kristiansson, Niclas Joensen, Niels Áki Mørk, Rudi Perrson, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði og Sofus Bech vóru fyrst um skotið. Úrsliti hjá monninum vóru tey at Pól fekk eitt trija pláss við lyftinum 95kg í trekk, 124kg í vend & stoyt og 219kg samanlagt. Eitt annað pláss fór til Niels Áka Mørk við 90kg í trekk, 113kg í vend & stoyt, sum er føroyskt met í vektbólkinum undir 67kg. Samanlagt fekk Niels Áki 203kg. Leif á Bøgarði hevði var sterkastur á degnum og lyfti 103kg í trekk, 136kg í vend & stoyt sum gav honum eit samað úrslit á heili 239kg. Leif megnaði eisini at fáa tvey føroysk met, eitt í vend & stoyt og hitt í tí samanlagda úrslitinum. Hann fekk ikki eitt heiðursmerki, men stadivekk megnaði Sofus Bech at hækkað øll síni egnu føroysku met eitt vet hægri við 103kg trekk, 136kg vend & stoyt, og tí samanlagda úrslitinum á 139kg. Hóast tað bert vóru tríggjar í talið hjá kvinninum, var støðið stadivekt høgt. Allar tríggjar setti føroysk met. Barbara Dahl-Jacobsen, sum fekk eitt triðja pláss, megnaði at lyfta 53kg yvir høvd í trekk, 68kg í vend & stoyt sum er føroyskt U23 met. Barbara fekk eitt samlað úrslit á 121kg. Julia Jacobsen fekk silvur heiðursmerkið við 57kg í trekk, 70kg í vend & stoyt, sum hækkar hennara egna føroyska met við tveimum kilo. Julia fekk eitt samlað úrslit á 127kg. Asta Egilstoft Nielsen fór avstað við gullinum um hálsin og tók heili trý føroysk met við sær heim. Hennara trekk á 53kg, vend & stoyt á 63kg og hennara samlaða úrslit á 116kg vóru øll føroysk met.
top of page
bottom of page
Comments