Farna vikuskifti luttóku 6 lyftarar til tað danska meistaraheitið í vektlyfting. Vónin var at fáa heiðursmerkir heim við, men at tað endar við at tað koma 15 út av 18 heiðursmerkjum í hús er yvir okkara vónir. Lyftarirnir hjá Stoyt, Asta Egilstoft Nielsen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, Maibrit Reynheim Petersen og Sofus Bech fingið samanlagt 6 gull heiðursmerkir, 6 silvur heiðursmerkir, og 3 bronsu heiðursmerkir. Hetta er tað besta úrsliti føroyingar hava fingið til nakað danmark meistaraheiti til dags dato. Her kann tað eisini nevnast at tað var øgiliga nær við at fleiri gull og silvur kundi komið við heim.
Asta Egilstoft Nielsen var okkara fyrsti lyftari til kappingina, tá ið hon er okkara lættasti lyftari. Málið hjá Astu, og venjaranum Pól, var at megna ein tvídyst á 130kg. Hetta úrsliti vildi givið Astu møguleikan at luttaka til norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar sum verður seinni í ár. Asta fær øll trekkini góðtikin; 50kg við fyrstu roynd, 54kg við aðru og 56kg, samt eitt nýtt føroyskt met, við triðju roynd. Eftir at hava megnað 56kg í trekk, so var neyðugt at royna eftir 74kg í stoyt, fyri at lúka ein tvídyst á 130kg. So Asta byrjar stoyt røðina hægri, enn hvat hon nakrantíð hevur roynt fyrr á 67kg. Til seinnu royndina megnar hon ikki at fáa 71kg, men við einum køldum høvdið roynir Asta eftir teimum 74kg alíkavæl. Tað eydnaðist henni tíverri ikki, men kom heim við blóð á tonnini til, at klára tey 130kg. Asta hevur bert íðka vektlyfting í eitt ár og nakrar mánar, so at hon longu nú klárar at kvalifisera seg til DM fyri seniorar er sera flott.
Næsti íðkari var Niels Áki Mørk, sum var lætnaður 5kg fyri at lúka 61kg vektbólkin. Málið hjá Niels Áka hevur allatíð verið at vinna gullið, og tað megnaði hann eisini lættliga. Niels Áki bukaði mótstøðuna av bæði í trekk, stoyt, og tvídysti. Trekk røðin hjá Niels Áka var væl eydna, við einum opnara á 88kg, einum seinna lyfti á 95kg sum tíverri miseydnaðist, men hann gjørdi tað gott aftur á triðju roynd, har hann tók 96kg, sum gav honum gull heiðursmerki, føroyskt met og danskt met. Í stoyt røðini helt Niels Áki fram við sama lag, og vísti mótstøðuni at hann átti gullið. Hann byrjar á 105kg, síðani tekur hann 110kg og til síðst ger Niels Áki eina roynd á 115kg, sum tíverri miseydnast. Men við hansara 110kg fær hann aftur gull heiðursmerki og føroyskt met. Niels Áki vinnur øll trý gull heiðursmerkini, setur eitt danskt senior met í -61kg vektbólkinum í trekk, og eisini setur hann heili trý føroysk met.
Triði íðkari á pallinum var Pól Hendrikur Andreasen. Við einum vekt tapið á heili 8kg fyri at kunna luttaka í -67kg vektbólkinum, og við harðari kapping hevði Pól eisini eyguni á gullinum. Til trekk røðina settið Pól seg á odda við 2 kg, har hann trekti 91kg á hansara triðju roynd. Hetta tryggjaði honum eitt gull heiðursmerki í trekkinum. Til stoyt røðina fer Pól í síðstu roynd eftir at lyfta 114kg fyri at taka gullið í tvídystinum, men fær ikki stongina upp, og fær tískil eitt annað pláss, og tvey silvur heiðursmerkir afturat gullinum frá trekk røðini.
Leif Á Bøgarði luttók, eins í fjør, í -81kg vektbólkinum. Seinasta ár megnaði Leif at berja seg uppá eitt triðja pláss, og kom heim við 3 bronsu heiðursmerkjum. Í ár var søgan ein onnur. Leif fór á pallin við køldum høvdið, og setur hol á kappingina við 101kg, síðan á 104kg, og til síðst syftur hann lættliga 107kg upp um høvd í trekk, sera flott avrik, so mikið flott, at hann flutti seg í ár frá einum bronsu heiðursmerki, til eitt silvur heiðursmerki. Í stoyt røðini var søgan kortini ein onnur. Við tveimum miseydnaðum roynum á 132kg, var Leif noyddur at fáa tí triðju royndina góðkenda, fyri at kunna fáa eitt úrslit í tvídystinum. Sum ikki einaferð fyrr, so fær Leif 132kg at síggja lætt út við hansara triðju roynd, og fær harvið annað plássið. Leif fær tískil betra sína trekk røð, stoyt røð og sín tvídyst frá bronsu til silvur. Framúr gott avrik hjá Leif.
Frá at fáa síðsta pláss til hennara fyrsta danmark meistaraheitið í 2020, til so at blíva danskur meistari í ár, er einki annað enn fantastiskt. Maibrit Reynheim Petersen ger til hesa kappingina tað sama, sum hon hevur gjørt til so nógvar kappingar frammanundan. Hon letur taktikkin til venjarin Frank Petersen, og lyftur ta vektina, sum er neyðug fyri at fáa eitt gott úrslit. Maibrit lyfti í síni trekk røð 76kg í síni fyrstu og seinnu roynd, og heili 81kg í síni triðju roynd. Við sínum 81kg kom gull í trekkinum, í hús. Í stoyt røðini blakaði hon fyrst 95kg lættliga upp um høvd, síðani 99kg, og gav 102kg, sum var ein roynd eftir føroyskum metið, eitt skot. Royndin á 102kg eydnaðist tíverri ikki, men hennara seinna roynd á 99kg var nokk til eitt silvur heiðursmerki. Tað samlaða úrsliti hjá Maibrit, á 180kg var tó nokk til at hon kom á fyrsta plássið. Maibrit fekk tískil tvey gull heiðursmerkir, og eitt silvur um hálsin. Hetta er besta plássið Maibrit hevur rokkið til danska meistaraheitið.
Síðsti maður á pallin var eingin annar enn Sofus Bech, okkara tung vektari. Sofus luttók í -102kg vektbólkinum, og prógvaði fyri øllum at alt hansara harða arbeiðið í venjingar hølinum, ikki var fyri einki. Hetta er aðru fer at Sofus luttekur til danmark meistaraheiti. Seinast var í 2021 har Sofus bleiv nummar 8. Hesaferð hevði Sofus onnur mál í hugað. Hann byrjaði betri, enn hann nakrantíð hevur gjørt. Trekk røðin hjá Sofus var øll grøn. Fyrsta royndin á 106kg gav honum góða ferð frá byrjan. Sofus ger síðani eitt lop á heili 110kg, ið eisini blivu góðtikin. Síðsta royndin, og samstundis royndin fyri seta sær eftir einum silvur heiðursmerkið, var 113kg. Júst hetta lyftið var tað, sum knekkaði mótstøðuna, og fekk Sofus tí eitt sera flott silvur heiðursmerki, í trekk røðini. Hóast stoyt røðin hjá Sofus ikki var tann besta, so kom hann so mikið gott frá byrjan við 135kg, at tað var nokk til eitt bronsu heiðursmerki. Hann misti bæði sína seinnu roynd á 140kg og sína triðju á 141kg. Hóast alt ikki gekk eftir ætlan, so vóru úrslitini hjá Sofus øll nokk til at skriva søgu. Sofus við hansara 113kg í trekk, 135kg í stoyt og 248kg í tvídystinum vóru ØLL føroysk met. Burtur sæð frá hvat fyri heiðursmerkir, ella hvat pláss Sofus fekk, so meina vit í Stoyt at avrikið hjá Sofus var tað besta. Ein sonn framgongd, sum gevur okkum vónir um nógv góð úrslit, til komandi kappingar.
Comments