Vikuskifti 22 - 23 juni var “DM-ugen” hildin í Aalborg har fleiri enn 30 ítróttargreinar hildið danskt meistaraheiti, har ímillum var lið kapping í Olympisk vektlyfting ein teirra. Pól Hendrikur Andreasen og Niels Áki Mørk vóru úttiknir at lyfta fyri danska felagið AK Atlas. Kappingin var felag ímóti felag, heldur enn at íðkarin kappast sum einstaklingur. Hvør íðkari í felagnum samlar stig við at lyfta so nógv kilo í greininum trekk og stoyt sum gjørligt, og tað samlaða úrsliti verður so lagt upp ímóti hinum feløgunum. Harraliði hjá AK Atlas fekk eitt fimta pláss. Tó vann kvinnuliði danmark meistaraheiti fyri 6 fer á ræð.
Lyftini hjá okkara íðkarum vóru hesi:
Niels Áki Mørk
Trekk: 88/91/94
Stoyt: 105/111/116x
Samlað: 205kg
Pól Hendrikur Andreasen
Trekk: 90/93x/93
Stoyt: 110/115x/116
Samla: 209kg
Comments