top of page

fýra lyftarar hjá stoyt við til tað danska meistaraheitið



Komandi vikuskifti verður tað danska meistaraheitið hildið í Herning Sportscenter. Við í kappingini luttaka fýra lyftarar hjá Stoyt. Lyftarirnir eru Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Asta Egilstoft Nielsen og Julia Tormansdóttir Jacobsen.


Kappingin byrjar fríggjadagin, har bæði Niels og Pól skulu á pallin. Kjansirnir at báðir tveir koma heim við gullinum, eru sera góðir. Tí báðir tveir hava áður vunnið danmark meistaraheitið.


Leygardagin skal Asta royna seg. Hetta er seinna danmark meistaraheitið hjá Astu. Síðsta ár bleiv Asta nummar 9, og í ár fer hon at royna at betra um sítt úrslit.


Síðsi Stoyt lyftarin á pallinum verður Julia. Hon lyftur sunnudagin. Julia hevði kvalifisera seg til DM síðsta ár, men lá tað ikki fyri hjá henni at luttaka. Í ár liggur betri fyri hjá Juliu, og hon fer at royna seg eftir einum heiðursmerki. Hetta er síðsta árið hjá Juliu sum junior lyftari, og hon skal eisini luttaka í norðurlendsku meistaraheitinum fyri juniorar, seinni í ár.


Við hesum lyftarinum eru tveir venjarar, Frank Petersen og Pól Hendrikur Andreasen. Frank er dagligur venjari hjá Niels og Pól. Asta og Julia hava Pól sum dagligan venjara.







41 views0 comments

コメント


bottom of page