top of page
Search

Barba Jansdóttir Andreasen klár at lyfta til EM í Albania



Hetta vikuskiftið fer Barba Jansdóttir Andreasen at umboða Føroyar til EM í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildin í Albania. Kappingin byrjaði longu mánadagin, og tilsamans kappast áleið 900 luttakarar úr øllum Evropa – øll í aldrinum 35 ár og eldri.


Barba luttekur í aldursbólkinum 35–39 ár og í -64kg vektflokkinum. Hon skal lyfta fríggjadagin og verður í A- ella B-bólkinum – eitt greitt tekin um, at hon er millum tey sterkastu í sínum flokki.


Formurin hjá Barbu er góður, og vónurnar til kappingina eru høgar. Barba hevur seinastu tíðina arbeitt miðvíst ímóti hesari kappingini, og alt bendir á, at vit kunnu vænta eitt gott úrslit í Albania.


Í februar luttók Barba til DM, har hon megnaði sítt higartil besta úrslit: 65kg í trekk og 81kg í stoyt – ein samlað úrslit á 146kg. Við hesum setti hon trý føroysk met í sínum aldurs- og vektbólki, og vann kappingina við heili 27 kg frammanfyri silvur vinnaran. Hon royndi seg eisini við 86 kg í stoyt, sum hevði verið danskt met, um tað eydnaðist – men hon náddi akkurát ikki uppum høvd við vektini.


Barba venur til dagligt í Styrkifelagnum Stoyt saman við sínum venjara Pól Hendrikur Andreasen. Til kappingina í Albania hevur hon Niels Áka Mørk við at taka sær av tí taktiska partinum av kappingini.


Vit ynskja Barbu bestu eydnu og gleða okkum at fylgja við fríggjadagin!

 
 
 

コメント


bottom of page