Sunnudagin í farnu viku luttók tað føroyska landsliðið fyri fyrstuferð til altjóða kapping. Landsliðið til tí altjóðu kappingina, Reykjavik International Games, var uppstilla við fýra lyftarum; Asta Egilstoft Nielsen, Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen. Vit í Styrkifelagnum Stoyt eru errin av, at allir fýra lyftarirnir eru knýttir at Styrkifelagnum Stoyt.
Kappingin gekk fyri seg á tann hátt at hvørt land, Ísland, Danmark, Finland, Norra, og Føroyar høvdu fýra lyftarar, tvær damur og tveir menn. Alt í alt vóru tað 20 lyftarar við til kappingina. Kappast var so eftir tí vældámda sinclair frymlinum. Tann íðkarin sum fekk hægst sinclair stig í sínum bólki, fekk 10 stig, næst hægst sinclair stig fekk 9 o.s.fr. Føroyingar fingið samanlagt 14 stig, sum gav eitt fimta pláss.
Asta Egilstoft Nielsen: 48x - 48 - 51 / 62 - 67 - 70 / 221kg í tvídyst.
Hóast hetta bert gav Astu eitt stig, so var annað uppá spæl. Asta megnaði ikki minni enn trý føroysk met. Í trekk, stoyt, og fyri tvídystin. Omaná hetta so var tað samlaða úrsliti hjá Astu eisini gott nokk til at kvalifisera seg til Danmark Meistaraheiti 11. mars.
Maibrit Reynheim Petersen: 76 - 79 - 82 / 96 - 99 - 102x / 181kg í tvídyst.
Maibrit er ikki ókend á pallinum, hon bleiv nummar trý hjá kvinninum og fekk heili 8 stig. Afturat tí megnaði Maibrit eisini at seta nýtt føroyskt met í trekk, við 82kg.
Niels Áki Mørk: 88 - 93x - 93x / 105 - 110 - 115x / 198kg í tvídyst.
Niels Áki, norðurlendskur meistari fyri juniorar, fekk eitt 8 pláss í sínum bólki og fekk tí trý stig.
Pól Hendrikur Andreasen: 87x - 87 - 92 / 110 - 115 - 120x / 207kg í tvídyst.
Pól fekk eitt 9 pláss, og heintaði tvey stig til tað føroyska landsliði.
Tann næsta kappingin á skráð er B-DM sum verður hildin hetta vikuskifti. Kappingin verður hildin í Sportcenter Atlas í Slagelse. Styrkifelagið Stoyt hevur 7 íðarkar við til ta kappingina. Eftir hesa kappingina verður føroya meistaraheiti hildið í Virkishøllini í Finsens í Havn 25. februar.
Comments